Norskur fagnaður eftir stórsigurin á Russliandi í kvartfinaluni í gjár.
Norra hevur vunnið EM tvær tær seinastu ferðirnar.
(Mynd: EPA)

Her er hálvfinalurnar

Agnar Frederiksen

14.12.2017 - 09:08

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Hálvfinalurnar í HM hjá kvinnum verða leiktar í morgin, og talan verður um hálvfinalur har Norðurlond eru umboðað í báðum.

Svøríki og Frakland tryggjaði sær pláss í hálvfinaluni mikudagin, og í gjárkvøldið vóru tað Holland og Norra, ið vunnu sær sæti millum tey bestu fýra. Holland vann 30-26 á Kekkia, og Norra hølvaði russisku bjørnina av. Norra, ið verjir EM-heitið, vann heili 34-17. 

Norra er framvegis favorittur at vinna kappingina, men lagt er upp til tvær spennandi hálvfinalur. Holland og Norra spæla kl.16.30, og Svøríki og Frakland bresta saman kl.19.45.