Kyndil stríddi seg til ein sigur, eftir eiit flott comeback ímóti VB í seinasta dytinum í bólkaspælinum.

(Mynd: Jens Kr.Vang)

Yvirlit: Her eru hálvfinalurnar

Agnar Frederiksen

04.02.2018 - 17:40

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Nú er greitt hvussu hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum síggja út. Seinastu dystirnir í bólkaspælinum eru leiktir hetta vikuskifti.

Í bólki 1 megnaði H71 at spæla seg til hálvfinalurnar. Hetta er søguligt. Eftir sigurin á Neistanum mánakvøldið var greitt, at tað sá sera gott út hjá H71. Hoyvíkskvinnur setti eina feita striku undir hálvfinaluplássið, við at vinna 33-7 á VÍF 2 Í Hoyvíksshøllini. Sigurin var ongantíð í vanda; H71 var á odda 17-2 í hálvleikinum. VÍF kom víðari við fullum stigatali.


Í bólki 2 var VB á vitjan hjá Kyndli. Kyndil hevði tryggjað sær víðari luttøku undan dystinum. VB vann leingi á odda. Í hálvleikinum var 16-12 til útiliðið, og eina løtu í 2.hálvleiki var munurin 7 mál. Men so kom Kyndil av álvara í gongd. Frá 12-19 fót støðan til 19-1, tá stóri farið var um hálvan 2.hálvleik. Tað gjørdist sera sepnnandi til endans, men tað endaði við, at Kyndil hálaði sigurin í hús. Kyndil vann 29-26, og endar á fullum stigatali. Hóast tapið er VB víðari. Stjørnan vann 31-20 á StÍF Í KÍ-høllini, men tað manglaði framvegis 8 mál í hjá Stjørnuni, um liðið úr Klaksvík skuldi koma víðari.

Harvið eru hálvinfalurnar hesar:

VÍF - VB (Vinnari av bólki 1 ímóti nummar 2 í bólki 2)
Kyndil - H71
(Vinnari av bólki 2 ímóti nummar 2 í bólki 1)



Bólkur 1:

VÍF 6
H71 4
Neistin 2
VÍF 2 0

Leygardagin 03.02.18 kl.19.00 VÍF – Neistin 31-25
Sunnudagin 04.02.18 kl. 14.30 H71 – VÍF 2 33-7

Bólkur 2:

Kyndil 6
VB 3 (+9)
Stjørnan 3 (+1)
StÍF 0

Sunnudagin 04.02.18 kl. 14.30 Kyndil – VB 29-26
Sunnudagin 04.02.18 kl. 15.00 Stjørnan – StÍF 31-20