Gareth Southgate skal royna at føra Onglandi langt í Russlandi. Hópurin er nú úttikin


(Mynd: EPA)

Her er HM-hópurin hjá Onglandi




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

16.05.2018 - 14:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nú er minni enn ein mánaði til heimsmeistaraheitið fer av bakkastokki í Russlandi. Í hesum døgum verða teir ymisku hóparnir kunngjørdir, og í dag hevur so ein av størstu fótbóltstjóðunum í heiminum kunngjørt sín hóp.

Talan er um Ongland, ið altíð er eitt áhugavert lið at fylgja. Landið við stoltu fótbóltstraditiónunum hevur bert vunnið HM eina ferð, og síðani 1966 hevur enska liðið ofta skuffað. Tættast uppá at endurtaka bragdið frá 1966 á heimavølli, kom Ongland í 1990, tá liðið tapti í brotssparkskapping í hálvfinaluni ímóti Týsklandi.

Tað hava verið nógvar gitingar um hvussu hópurin fer at síggja út. Í gjár varð greitt, at fyrrverandi fyrsta valið í málinum, Joe Hart, ikki fór at verða úttikin. Í dag er so allur hópurin avdúkaður:

Málverjar: Jack Butland (Stoke), Jordan Pickford (Everton), Nick Pope (Burnley).

Verjuleikarar: Trent Alexander-Arnold (Liverpool), Gary Cahill (Chelsea), Kyle Walker, John Stones (Manchester City), Harry Maguire (Leicester), Kieran Trippier, Danny Rose (Tottenham Hotspur), Phil Jones, Ashley Young (Manchester United).

Miðvallarar: Eric Dier, Dele Alli (Tottenham), Jesse Lingard (Manchester United), Jordan Henderson (Liverpool), Fabian Delph (Manchester City), Ruben Loftus-Cheek (Chelsea - leiðagur út til Crystal Palace farna kappingarár).

Áleyparar: Jamie Vardy (Leicester), Marcus Rashford (Manchester United), Raheem Sterling (Manchester City), Danny Welbeck (Arsenal), Harry Kane (Tottenham).

Fimm leikarar eru á sokallaðum "standby": 

Tom Heaton, James Tarkowski (Burnley), Lewis Cook (Bournemouth), Jake Livermore (West Brom) og Adam Lallana (Liverpool).

Tað eru bert leikarar úr Premier League, ið skulu umboða Ongland í summar. Tottenham er best umboðaða liðið við fimm leikarum. Manchester-liðini hava fýra leikrar hvør.

Kanska tað mest yvirraskandi navnið á listanum er Ruben Loftus-Cheek, ið hevur spælt við Crystal Palace í ár. 22-ára gamli miðvallarin hevur bert leikt tveir A-landsdystir fyri Ongland. Trent Alexander-Arnold skal eisini til Russlands. Ungi høgri bakkurin hjá Liverpool er ikki skrásettur fyri nakran A-landsdyst enn, men tað varð væntað at hann helst fór at sleppa við. Danny Welbeck er eisini eitt lítið yvirraskilsi, og at James Tarkowski, ið hevur havt eitt frálíkt kappingarár í Burnley, er ímillum leikararnar á standby og ikki í sjálvum hópinum.

Eitt sum fellur í eyguni er, at hvørki Chris Smalling ella Jack Wilshire eru í hópinum, og ikki eingongd sum standby. Chris Smalling hevur verið regluliga partur av enska landsliðnum í longri tíð, og hevur spælt fast í miðverjuni hjá United seinastu mánaðinar. Jack Wilshire er helst mest gávaði sentrali enski miðvallarin, sum er tøkur í løtuni. Skaðar og annað hava lagt honum meinbogar, men hann hevur spælt á høgum støði stórar partar av árinum hjá Arsenal, har hann hevur veirð relativt skaðafríur. 

Eisini er tað yvirraskandi, at vinstri bakkurin úr Southapton, Ryan Bertrand, ikki er ímillum tey 28 nøvnini, og so hava eisini fleiri og fleiri røddir verið frammi seianstu tíðina, sum hava sagt, at Newcastle-miðvallarin Jonjo Shelvey burdi verið umborð á flúgvaranum við kós ímóti Russlandi.

So er spurningurin, um Ongland megnar at koma langt hesuferð, ella um liðið, sum so ofta fyrr, skuffar.