Her er misálitisuppskotið á løgmann

Sverri Egholm

19.05.2017 - 12:51

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Fylg orðaskiftinum her

Fyri løtu síðani løgdu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin misálit á løgmann, Aksel V. Johannesen. 

Allar aðrar viðgerðir verða nú skúgvaðar til viks, tí misálit verða sambært lógini viðgjørd beinanvegin.

Uppskotið um misálitisváttan er soljóðandi:
Vísandi til niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini 19. mai 2017 í málinum viðvíkjandi klagu um løgmann, Aksel V. Johannesen viðvíkjandi avgerð løgmans at lýsa § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini at verða yvirtikna, verður hervið lagt fram misálit á løgmann.

Landsstýrismálanevndin hevur m.a. staðfest, at ”Løgmaður hevur ikki virt § 46 í stýrisskipanini, tá hann uttan um Løgtingið, hevur tulkað § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini yvirtikna at vera. Løgmaður hevur gjørt eitt mistak við at tulka § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini yvirtikna í 2007, tí § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin, men er felagsmál, og tað eigur løgmaður at virða og taka til eftirtektar.”

Síðani niðurstøðan varð kunngjørd, hevur løgmaður sagt, at hann ikki ætlar sær at fylgja niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini ella at taka hana til eftirtektar. At løgmaður ikki virðir Landsstýrismálanevndina, er álvarsamt og merkir, at hann setir seg oman fyri Løgtingið.

Løgtingið er fólkavalda tingið og stendur til svars fyri fólkinum og veljaranum. Løgmaður og landsstýrisfólk eru tænarar hjá tinginum og standa til svars fyri Løgtinginum.

Á Løgtingi, 19. mai 2017
Jørgen Niclasen
Bárður á Steig Nielsen
Jenis av Rana

Sí pdf her