(Mynd: sjukrarokt.fo)

Her er semjan

Ari av Rana

20.11.2017 - 20:54

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum skrivaðu dag undir nýggjan tvey ára sáttmála. Við hesum endaði verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Fylgjandi er brot úr nýggja sáttmálanum, sum varð undirskrivaður í dag.

- Partarnir eru samdir um nýggja lønartalvu við 13 stigum. Sí lønartalvuna her.

- Grundlønin er 5,3%, meðan eftirlønin er 15%

- Sjúkrarøktarfrøðingar ganga stigini 1-6.

- Sjúkrarøktarfrøðingar settir í starv við master, phd ella professara sum førleikakrav, fáa lønar- og setanarviðurskifti samsvarandi sáttmálanum hjá AKF.

- Grundlønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjar á 26.500 kr./mðr. og endar á 34.307,39 kr./mðr. Eftirlønin byrjar á 3.975,00 kr./mðr. og endar á 5.146,11 kr./mðr.

- Tímalønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjar á 152,88 kr. á fyrsta lønarstigi, og endar á 197,93 kr. á sætta lønarstigi.

Lønarstigini 7 til 13 eru galdandi fyri leiðarar, har leiðari 1 er á sjeynda stigi, meðan leiðari 7 er á trettanda stigi.

- Grundlønin á lønarstigi 7 er 36.782,65 kr./mðr., meðan hon á lønarstigi 13 er 50.143,34 kr./mðr. Eftirlønin fyri leiðarar byrjar á 5.517,40 kr./mðr., og endar á 7.521,50 kr./mðr.

Sí meiri um hvørjir leiðarar eru á hvørjum stigi í sáttmálanum. Sáttmálin sæst her.