Mynd: Føroya Pedagogfelag

Her er semjan

Sverri Egholm

14.01.2018 - 02:20

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Eftir at semja nú er millum partarnar hevur Fíggjarmálaráðið sent fylgjandi skriv út:

3-ára sáttmálasemja er í dag gjørd millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið. Talan er um eina fíggjarliga skynsama semju, ið heldur seg innanfyri avtalaða lønarkarmin á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri komandi 2 árini, men røkkur hartil eitt ár longur við einum varligum lønarvøkstri fyri hetta árið. Semjan er grundað á semingsuppskot, ið varð lagt fyri partarnar eftir drúgvar samráðingar.


Semjan inniber fylgjandi:

• Samlaði lønarvøksturin yvir 3 ár er 6,95%.

• Hetta svarar til 1,45% afturat tí 2-ára lønarkarmi, ið avtalað varð við størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum (Karmurin er íalt kr. 1.449 í mánaðarligari lønarhækking, sum svarar til uml. 5,5% samanlagt yvir 2 ár fyri limir hjá Pedagogfelagnum). Triðja árið svarar sostatt til umleið 1,45% í lønarvøkstri.

• Hartil verður eftirlønin hjá hjálparfólkum javnsett við eftirlønina hjá námsfrøðingum innan kommunala økið. Eftirlønargjaldið hækkar sostatt úr 10% upp í 12%. Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 0,8% av karminum yvir 3 ár. Eisini er avgjørt er, at tímalønt, sum í dag als onga eftirløn fáa, framyvir fáa eftirløn samsvarandi eftirlønarlógini, ið er 4% í 2018. Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 0,4% av samlaða karminum yvir 3 ár.


3-ára sáttmálatíðarskeið

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ynsktu at gera eina 2-ára avtalu innan tann lønarkarm, ið varð avtalaður við størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum í fjør. Men semingsuppskotið legði upp til heldur at gera eina 3-ára avtalu, við meirkostnaði á 1,45% lønarhækking fyri 3. árið.

Við hesum heldur avtalan seg til avtalaða lønarkarmin fyrstu 2 árini, samstundis sum talan er um ein lágan lønarvøkstur 3. árið. Tí tóku Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eisini undir við semingsuppskotinum.


Hjálparfólk

Nýggja lønartalvan merkir, at hjálparfólk fáa samanlagt 1.200 kr. í lønarhækking yvir 3 ár. Hartil fáa hjálparfólk, ið hava verið meira enn 2 ár á endastigi, eitt nýtt endastig. Eisiini hækkar eftirlønargjaldið hjá hjálparfólkum úr 10% upp í 12%. Hjálparfólk við hjálparfólkaútbúgving úr útlondum fáa hartil eitt eyka lønarstig í lønartalvuni.

Partarnir hava eisini avtalað í felag at heita á Mentamálaráðið um, at kanna møguleikarnar fyri at fara undir at skipa ein útbúgving fyri hjálparfólk í Føroyum.


Námsfrøðingar

Nýggja lønartalvan merkir, at byrjunarlønin hjá námsfrøðingum hækkar samanlagt 1.300 kr. yvir 3 ár. Hesin lønarvøkstur veksur fyri hvørt stig, soleiðis at endalønin eftir 3 ár kemur upp á 33.063 kr. Vøksturin í endaløn er sostatt rindaður av samlaða lønarkarminum. Í 2019 styttist lønarstigin, soleiðis at farið verður úr 16 árum niður í 14 ár frá byrjunar- til endastig.

Hartil er semja um, at virkast skal fyri, at skipa fleiri námsfrøðilig størv innan eldraøkið.

Tórshavn, 14. januar 2018

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið