VÍF og H71 komu víðari úr bólki 2 í bólkaspælinum, og skulu í eldin hóskvøldið í hálvfinalunum.

(Mynd: Jens Kr.Vang)

Her er skráin fyri hálvfinalurnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

06.02.2018 - 19:15

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Um vikuskiftið gjørdist greitt, hvørji lið hava vunnið sær pláss í hálvfinaluumfarinum í Faxe Kondi kappingini:
 

Hjá kvinnunum eru hálvfinalurnar: VÍF - VB og Kyndil - H71
Hjá monnunum hittast VÍF - Kyndil og Neistin - H71

Fyrru hálvfinalurnar eru nú mitt í viku, og tær seinnu eru í vikuskiftinum. Vanlig mannagongd er, at liðin, sum enda nummar 1 í bólkinum fáa heimadyst í seinnu hálvfinaluni. Hjá monnum vunnu VÍF og Neistin sín bólk, meðan VÍF og Kyndil vunnu hvør sin bólk hjá kvinnum.

Leikskrá:

Fyrru hálvfinalurnar
Mikudagur 7. feb. kl. 18.30 H71 – Kyndil(Kvinnur)
Mikudagur 7. feb. kl. 20.00 H71 – Neistin(Menn)
Mikudagur 7. feb. kl. 20.00 VB – VÍF(Kvinnur)
Hósdagur 8. feb. kl. 20.00 Kyndil – VÍF(Menn)

Seinnu hálvfinalurar:
Leygardagur 10. feb. kl. 18.00 Kyndil – H71(Kvinnur)
Sunnudagur 11. feb. kl. 14.30 VÍF – VB(Kvinnur)
Sunnudagur 11. feb. kl. 16.00 VÍF – Kyndil(Menn)
Sunnudagur 11. feb. kl. 16.00 Neistin – H71(Menn)