Her eru 10 tey størstu oljuframleiðandi londini í heiminum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

11.11.2017 - 19:10

Oljan >


Um somu tíð sum tað verður roknað við, at OPEC fer at longja avmarking í oljuframleiðsluni til alt 2018, so verður olja framleidd kring heimin sum ongantíð fyrr skrivar Hegnar.no. Samtíðis verður víst á, at oljuprísurin, sum er komin uppá á 64 dollarar fyri tunnuna, fer at halda sær her í næstu framtíð eisini. 

Her eru so tey 10 mest framleiðandi oljulondini í heiminum:

1. Rusland: Í desember 2016 tók Rusland yvir leiðsluna frá Saudi-Arabia sum heimsins størsti oljuframleiðari. Landið framleiddi 10,34 milliónir tunur av olju um dagin í august.

2. Saudi-Arabia: OPEC-kongurin framleiddi 9,95 millioner tunnur av olju um dagin. Ein minking í mun til mánaðin frammanundan.

3. USA: Framleiddi 9,34 millioner tunnur um dagin. Ein hækking triðja mánaðin á rað.

4. Irak: Framleiddi 4,38 millioner tunnur um dagin í august, ein lítil minkin í mun til juli. Irak er næststørsti framleiðarin í OPEC.

5. Canada: Framleiddi 3,12 millioner tunnur av olju um dagin.

6. Venezuela: Framleiddi  2,1 millioner tunnur um dagin.

7. Nigeria: Framleiddi  1,99 millioner tunnur av olju um dagin.  

8. Mexico: Framleiddi 1,94 millioner tunnur um dagin. Eisini ein minking.

9 Angola: Framleiddi 1,68 millioner tunnur um dagin. Ein øking í framleiðsluni.

10. Norra: Framleiddi 1,57 millioner tunnur um dagin, ein minking í mun til í juni.

(Kelda: CNBC.com / JODI)