Geranium (Mynd: Uffe Weng)

Her eru 50 tær bestu matstovurnar í heiminum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

20.06.2018 - 08:12

Mentan > Vinna & Tøkni > Handil- og tænastuvinna

The World's 50 Best Restaurants er júst komin við nýggja listanum av 50 teimum bestu matstovunum í heiminum. 

Tíverri var eingin føroysk KOKS at síggja í ár, men ein donsk matstova var tó á listanum - Geranium á 19. plássi, eins og farna ár. Danska matstovan Noma, sum hevur fingið heiðurin sum heimsins besta matstova fýra ferðir áður, er ikki at síggja á listanum. Orsøkin til tað mann vera, at matstovan flutti staðseting og opnaði ikki dyrnar aftur fyrrenn í februar - og atkvøðugreiðslan til virðisløninar endaði í mars, skrivar TV2. 

Ymsar flytingar eru eisini at síggja ovast á listanum. Matstovan í New York, Eleven Madison Park, sum vann í fjør, er nú endað á fjórða plássi, og italienska matstovan Osteria Francescana kom aftur upp á fyrstaplássið, sum hon síðst fekk í 2016.

Meira kann lesast um matstovurnar á heimasíðuni hjá The World's 50 Best Restaurants.

  1. Osteria Francescana, Modena, Italien
  2. El Celler de Can Roca, Girona, Spanien
  3. Mirazur, Menton, Frankrig
  4. Eleven Madison Park, New York, USA
  5. Gaggan, Bangkok, Thailand
  6. Central, Lima, Peru
  7. Maido, Lima, Peru
  8. Arpège, Paris, Frankrig
  9. Mugaritz, San Sebastian, Spanien
  10. Asador Etxebarri, Axpe, Spanien
  11. Quintonil, Mexico City, Mexico
  12. Blue Hill at Stone Barns, Pocantico Hills, USA
  13. Pujol, Mexico City, Mexico
  14. Steirereck, Wien, Østrig
  15. White Rabbit, Moskva, Rusland
  16. Piazza Duomo, Alba, Italien
  17. Den, Tokyo, Japan
  18. Disfrutar, Barcelona, Spanien
  19. Geranium, København, Danmark
  20. Attica, Melbourne, Australien
  21. Alain Ducasse au Plaza Athénée, Paris, Frankrig
  22. Narisawa, Tokyo, Japan
  23. Le Calandre, Rubano, Italien
  24. Ultraviolet by Paul Pairet, Shanghai, Kina
  25. Cosme, New York, USA
  26. Le Bernardin, New York, USA
  27. Boragó, Santiago, Chile
  28. Odette, Singapore
  29. Alléno Paris au Pavillon Ledoyen, Paris, Frankrig
  30. D.O.M., São Paulo, Brasilien
  31. Arzak, San Sebatian, Spanien
  32. Tickets, Barcelona, Spanien
  33. The Clove Club, London, Storbrittanien
  34. Alinea, Chicago, USA
  35. Maaemo, Oslo, Norge
  36. Reale, Castel Di Sangro, Italien
  37. Restaurant Tim Raue, Berlin, Tyskland
  38. Lyle’s, London, Storbritannien
  39. Astrid y Gastón, Lima, Peru
  40. Septime, Paris, Frankrig
  41. Nihonryori RyuGin, Tokyo, Japan
  42. The Ledbury, London, Storbritannien
  43. Azurmendi, Larrabetzu, Spanien
  44. Mikla, Istanbul, Tyrkiet
  45. Dinner by Heston Blumenthal, London, Storbritannien
  46. Saison, San Francisco, USA
  47. Schloss Schauenstein, Fürstenau, Schweiz
  48. Hiša Franko, Kobarid, Slovenien
  49. Nahm, Bangkok, Thailand
  50. The Test Kitchen, Cape Town, Sydafrika