Frá vinstru Ruth Vang, Óluva Klettskarð, Djóni Nolsøe Joensen og Helena Dam á Neystabø

Her eru tey eykavaldu

Steinar Patursson

15.09.2015 - 10:24

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Løgmaður og landsstýrið er júst sett, og hava øll tey, ið hava fingið landsstýrissess biðið um farloyvið frá løgtinginum.

Pàll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, bað tískil Annitu á Fríðriksmørk, Kristin Michelsen, Jákup Mikkelsen, Bárð Nielsen og Honnu Jensen um at kanna vallistarnar fyri at finna fram til teirra, ið skulu taka sæti á tingi fyri tey, ið nú skulu í landsstýrið.

Vit hava kannað málið á Portalinum kunnu staðfesta, at tey nýggju eru:

Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin
Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin
Kristianna W. Poulsen, Javnaðarflokkurin
Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Óluva Elin Klettskarð, Tjóðveldi
Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi
Ruth Vang, Framsókn

Sjúrður Skaale skuldi eftir røttum havt tikið sæti á tingi, men hann hevur eisini biðið seg undan.

Les eisini: Soleiðis sær landsstýrið út