Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Her sært tú báðar hálvfinalurnar

Sverri Egholm

30.05.2018 - 18:17

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í dag mikudagin 30. mai verður møguligt hjá útisetum, sjófólki og øðrum, sum ikki hava møguleika at fara til dyst, at stroyma hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.

Hálvfinalurnar verða leiktar soleiðis:
HB - AB (16:30)
B36 - TB/FCS/Royn (19:15)

Báðir dystirnir verða leiktir á ovara vølli í Gundadali.

Til ber er at stroyma dystirnar á heimasíðuni fsf-livestream.com og á appini FSF Football til iphone og Android. Appin kann takast niður á App Store og Google Play. Appin eitur FSF Football.

Appin er ókeypis, men fyri at síggja ein dyst verður eitt gjald at rinda, sum er 39 kr. Tað ber eisini til at keypa dagshald til báðar dystir fyri 69 kr.

Fylg við her