Her sært tú sendingina um Kjølbro



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

12.10.2017 - 20:03

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

KVF um sendingina: Kjølbro bygdi upp ta størstu og mest fjølbroyttu vinnufyritøkuna í Føroya søgu.

Tá hon var størst - í 1950 árunum, hevði hann útvið 1200 fólk í arbeiði. Hann megnaði sum tann einasti at styrkja um sítt handilsvirksemi undir kreppunum í tríati- og fimtiárunum, tá so nógvar aðrar handilsfyritøkur máttu repa seglini ella snara lykilin um.

Klaksvíkingurin var í áratíggju slóðbrótandi innan trolaravinnuna og handilsvinnuna, og hann var við til at menna Klaksvík til fremsta fiskivinnupláss í landinum. Stóra valdið elvdi tó eisini til misnøgd við Kjølbro familjuna, sum av álvara kom undan kavi undir Klaksvíksstríðnum.

Um hetta mundið rindaði Kjølbro meira enn 10 miljónir krónur í lønum og hýrum. Almenna fíggjarlógin var 15 miljónir, umframt 10 miljónir í ríkisveiting. Fá ár seinni ridlaði alt, men fyritøkan var í roynd og veru ov stór at fara á húsagang. Danska stjórnin kom tí upp í leikin.

Ivan Hentze Niclasen hevur lagt til rættis. Upptøkur og klipt hevur Bjarni Árting Rubeksen.

Síggj sendingina her