So riggar aftur: Her sært tú triðja part av Gud signi Føroyar

Sverri Egholm

01.03.2018 - 21:56

Tíðindi > Trúarlív

Strørsta trúarrørslan í Føroyum uttanfyri fólkakirkjuna er brøðrasamkoman, sum umfatar umleið 15% av øllum føroyingum.

Triði partur av sendirøðini Gud signi Føroyar snýr seg um samkomuna Betesda í Klaksvík.

Sendingin kannar, hvussu læran um frelsu og umvending, um himmal og fortaping, myndar tað dagliga virksemið í brøðrasamkomuni í dag.

Dagføring kl. 21:56: Nú riggar stroymingin aftur.

Síggj triðja part her