Herborg við Sandá in action

Herborg bjóðar av: - Vil vera besti danski skræddarin

Snorri Brend

11.09.2014 - 01:28

Tíðindi > Mentan > Frítíðarítriv
Vit hava leingi vitað, at føroyingar eru komnir langt, tá talan er um sangkappingar.

Men føroyingar duga eisini at gera seg galdandi á øðrum økjum – eitt nú í seyming.

Ein føroysk kvinna er nú til reiðar at vísa kynstur síni við eini seymimaskinu í eini kapping. Hetta hendir í sendingini ”Klar, parat, sy!” har vit eru umboðað av havnarkvinnuni, Herborg við Sandá.

Herborg býr í Haslev og arbeiðir sum fangavørður, men ein stóran part av frítíð sínari nýtir hon til at seyma.


KREATIV
Í Bretlandi hevur sendingin ”The Great British Sewing Bee” verið sera væl umtókt.

Nú kemur hon so í eini danskari útgávu, við Lene Beier sum verti, meðan dómarar eru sniðgevarnir, Jesper Høvring og Jette With.

TV2 hevur fyrireikað eina sendirøð, og er farið undir upptøkurnar av henni, har fólk sleppa at brúka síni kreativu evni og uppfinnsomu fingrar sínar.

Endamálið er at finna tann besta danska – ella føroyska - amatør-skræddaran.

Sendingin fer at bakkastokki um ein mánað, og her hevur tað altso eydnast okkum at fáa eitt umboð millum tey 10, sum eru útvald at luttaka í sendingini.

Henda sendingin ”Klar, parat, sy!” minnir ikki sørt um sendingina ”Den Store Kagedyst”.

Hesaferð er tað tó seymimaskinan sum er í fokus, og ikki alskyns køkuuppskriftir.


DRAGQUEEN

Tað serstaka við sendingini er, at tað ikki bert eru kvinnur við í sendingini.

Ein av luttakarunum er Michael úr Fredericia, sum hevur seymað í trý ár.

Honum dámar væl at lata seg í sum dragqueen, men hevur mangan trupult við at finna rætta búnan. So má hann bara seyma teir sjálvur.

Ein annar luttakari er Karen úr Keypmannahavn, sum hevur ta støðuna, um hon ikki hevur ráð at keypa tað, sum hon vil hava, so má hon bara gera tað sjálv.

Sendingin verður víst á TV2 Fri frá 9. oktober, og seinni á TV2.

Lítil ivi er um, at hon eisini verður at síggja í føroyskum sjónvarpi einaferð seinni.


Sjónbandið niðanfyri gevur eitt lítið innlit í sendingina.