Herborg seymar: - Suverent at vinna ta fyrstu kappingina

Snorri Brend

10.10.2014 - 18:29

Tíðindi > Mentan > Frítíðarítriv

Í gjárkvøldið send danska sjónvarpsrásin TV2 fyrsta part av sendirøðini ”Klar, parat, sy!”.

Tað serstaka við hesi kappingini er, at ein føroyskur luttakari er við – 37 ára gamla Herborg við Sandá Thomsen, sum er ættað úr Havn.

Hon býr í Haslev, starvast sum fangavørður og er gift og eigur fýra børn.


Les eisini:
Herborg bjóðar av ...


Men so hevur hon ein áhuga, sum kann gera at hon kemur víðari á leið við hesum ítrivi sínum – seymingini.

Tað prógvaði hon so av sonnum í kappingini, sum verður send í heyst.



FEGNIR DÓMARAR
Í gjár var kappast í fleiri greinum, og her stakk Herborg av við tí eina sigrinum – og hon er sjálvandi víðari í kappingini.

Ein av uppgávunum var at seyma ein stramman niðurdeil, men teirri sloyfuni, at hesin niðurdeilurin skuldi seymast við einum snarlási ið ikki sást.

Hetta eydnaðist so mikið væl fyri Herborg, at hon gjørdi ikki mætari enn vinna dagsins avbjóðing.

- Ein slík teknisk uppgáva, - tað er ikki ordiliga eg. Eg var eitt sindur ”lost” at byrja við, men kom so av álvara í gongd.

- Stuttligt var tí at hoyra og síggja, at dómararnir dámdu væl mín niðurdeil, sigur hon.


SUVERENT
Í sendingini verður prátað við Herborg, meðan hon íðin seymar, spyr seg til ráðs og fær góð ráð frá kappingarneytum sínum.

- Mær dámar sera væl at seyma. Tað er serliga hetta, at fáa eitt kreativt hugskot út úr høvdinum og út gjøgnum eina seymimaskinu, sum mær dámar, sigur Herborg í stuttum práti við Portalin.

Sjálv sat Herborg og hugdi í sjónvarpið, nú henda fyrsta sendingin fór av bakkastokki.

- Jú, tað var fantastiskt endiliga at kunna síggja ta fyrstu sendingina, sigur hon.

- At eg so vann ta fyrstu kappingina, tað var onki minni enn suverent.


Sást tú ikki fyrsta partin av sendingini "Klar, parat, sy!", kanst tú gera tað við at trýsta HER. (Møguliga er neyðugt at downloada programmið Silverlight - fylg boðum á síðuni)