Herborg vann seymingina: - Tú ert eitt stjørnuskot

Snorri Brend

28.11.2014 - 14:17

Tíðindi >

Í gjárkvøldið gjørdist so greitt, at føroyska Herborg við Sandá Thomsen vann donsku útgávuna av kappingini ”Klar, parat,sy!”.

Hetta er ein kapping sum danska sjónvarpsrásin TV2 hevur skipað fyri hesar seinastu mánaðirnar.

Fleiri føroyingar hava fylgt við í kappingini, sum endaði í gjárkvøldið við at Herborg, sum er gift og býr í Danmark, sum vinnara.

- Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Hetta er bara so feitt, var tað einasta sum hon fekk sagt við mannin í telefonini, eftir at avgerðin var fallin.



UPPIBORIÐ
Dómararnir søgdu í síni grundgeving, at teir vóru ikki í iva um at Herborg var rætti vinnarin.

Ein teirra, Jesper Høvring segði beinleiðis, at Herborg var the underdog, tá kappingin byrjaði.

- Men nú hevur ment teg heilt ómetaliga nógv. Tú hevur tikið við øllum tí, sum vit hava lært teg gjøgnum hesa kappingina.

- Tí er tað fult uppiborið, at tú nú stendur sum vinnari, segði hann.

Dómararnir vístu eisini á, at kjólin, sum hon hevði seymað til finaluna var sera vakur. Hon dugdi somuleiðis væl at brúka tíðina á rættan hátt.

- Og so eru vit sera hugtikin av sloyfuni, sum hann hevur aftanfyri, legði Jesper brosandi dent á.

Eisini hinir luttakararnir í finaluni fegnaðust saman við Herborg um sigurin.

- Herborg er einki minni enn eitt stjørnuskot, segði ein teirra, Henrik, sum hon kappaðist við í gjárkvøldið.



ÍBLÁSTUR
Herborg og hinir báðir amatør-skræddararnir skuldu í kappingini sniðgeva ein kvøldarkjóla.

Dómararnir løgdu í hesi kappingini dent á, at hesi trý brúktu allan tann lærdómin tey lógu inni við – og væntaðu tí tað fullkomna úrslitið í kappingini.

Íblástur til seymingina kom frá einum av størstu sniðgevunum í Danmark tey seinastu árini, Erik Mortensen.

Kappingin endaði so við, at føroyska Herborg vann kappingina.