Hercules gevur arbeiði til 80 fólk

Snorri Brend

11.09.2014 - 03:36

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Handil- og tænastuvinna

Okkurt arbeiði er komið aftrat, men tað broytir ikki veruleikan umborð á boripallinum West Hercules:

- Tíðarætlanin verður hildin, skrivar heimasíðan ting.fo.

Eini 80 fólk eru knýtt at arbeiðnum við boripallinum.

Tey 50 arbeiða umborð á sjálvum pallinum, meðan restin er á skipasmiðjunum báðum í Havn og á Skála og í smiðjuni í Runavík.

- Vit eru væl við, og halda tíðarætlanina, sigur stjórin á MEST, Mourits Mohr við heimasíðuna.

Ætlanin er at arbeiðið í Føroyum skal vera liðugt, tá ið september endar.

Umframt sjálvt umvælingararbeiðið, so eru eisini fleiri onnur knýtt at boripallinum.

Millum annað siglir Silja Star við fólki millum pallin og land hvønn tíma alt samdøgrið og gistingarhúsini hava ein hóp at gera, umframt at gera mat.

Maturin verður gjørdur umborð á pallinum til teirra, sum arbeiða umborð, meðani føroyingar syrgja fyri restini.

(Kelda: ting.fo)