Heri av Reyni framsýning á Áarvegnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

13.04.2018 - 10:01

Mentan > List > Myndlist

Komandi vikuskiftið hevur Heri av Reyni framsýning á Áarvegnum 14 (niðanfyri Hotel Hafnia) frá fríggjadegnum 13. apríl til og við mánadagin 16. apríl.

Fernisering verður fríggjadagin kl. 16:00.

Hinar dagarnar er opið frá kl. 15:00 til kl. 18:00.

Leygardagin er opið frá kl. 15:00 til kl. 20:00.

Heri hevur havt fleiri framsýningar áður í Havn. Í Smiðjuni í Lítluvík, á Áarvegnum, á Hafnia, á Posthúsinum, í Múllers Pakkhúsi á ólavsøku og á ólavsøkuframsýning hjá Listafelagnum.