- At vera atfinningarsamur ímóti Islam er ikki at vera rasistiskur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

19.08.2016 - 15:32

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

- Í løtuni ræður ein stór moralsk ørkymlan í vesturheiminum, serstakliga á vinstraveinginum, har ið allar atfinningar ímóti islamismu verða settar í samband við rasismu og xenofobi. Tað er ein risastórur trupulleiki, sum vesturheimurin má fáa bilbukt við. Vantandi atfinningar fara bert at føra til upp aftur fleiri yvirgangsatsóknir í vesturheiminum og í øðrum lagi stimbra ekstremismuna á høgraveinginum enn meira.

Millum annað soleiðis sigur Herman F. Christiansen, cand.mag. í søgu og heimsspeki frá Københavns Universitet og kjakari hjá Kristeligt Dagblad/Religion.dk, í grein, sum í dag er at lesa í Dimmalætting.

Í hesari greinini ger Herman F. Christiansen eitt nú upp við ta fatan, at tað einans er vesturlendsk imperialisma, sum er atvoldin til ta støðu, sum seinru tíðina er íkomin í stórum pørtum av Miðeystri.

Herman F. Christiansen leggur í hesum samnbandi dent á týdningin av teim religiøsu skriftunum (koranin, red), og at tað er frá teimum, at ein felagsskapur sum t.d. Daesh fær sín íblástur. Hann førir víðari fram, at ein sunnur og skilagóður religiónskritikkur er neyðugur til tess at fáa eina meira nuanseraða fatan av støðuni í stórum partum av Miðeystri, og at ein slíkur kritikkur er neyðugur, hetta hóast ein kritisk støða mótvegis islam verður mett sum politiskt ókorrekt.

Hann førir tó eisini fram, at so hættislig sum gongdin í tí muslimska heiminum hevur verið síðstu árini, eru tó eisini sólskinssøgur at finna. Harav er Tunesisa, sambært honum, eitt gott dømi um tess, í og við at landið, eftir fólksins egna ynski, er vorðið eitt fólkaræði við tí greiðu ætlan at skilja religión frá statinum.

Herman F. Christiansen førir at enda fram, at flestu fólk ikki vilja verða stemplað rasistisk ella xenofobisk, og tí eru tey, sambært honum, bangin fyri at finnast at islam.

Les greinina í fullari longd her