Hertogafrúan Kate farin á sjúkrahús við verkjum

Oda Strøm

23.04.2018 - 09:54

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Bretski prinsurin George og prinsessan Charlotte fara skjótt at fáa eina systur ella beiggja. 

Kensington Palace skrivar á Twitter í morgun, at hertogafrúan Kate er farin á sjúkrahús við verkjum.

Barnið verður triðja barnið hjá hertogafrúuni Kate og Prins William. Tey eiga í forvegin 2 ára gomlu Charlotte og 4 ára gamla George.

Parið møttist sum 19 ára gomul á St. Andrews Universiteti og kendu hvønnannan í gott 10 ár, áðrenn tey kunngjørdu teirra trúloving 16. november í 2010, og vórðu gift árið eftir í Westminster Abbey í London.