Petur Pauli á Høvdanum, Magnus Heinason Eysturoy, Hervør Pálsdóttir, Brandar Heðinsson og Tráin Petursson Nónklett

Hervør Pálsdóttir nýggj forkvinna í Unga Tjóðveldinum

Sverri Egholm

10.03.2018 - 18:38

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Unga Tjóðveldið hevði landsfund í dag 10. mars í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Skráin bjóðaði t.d. uppá framløgu frá stjóranum í Arbeiðseftirlitinum, Leivi Persson, ið greiddi frá um ung og arbeiðsrættindi.

Elsa Berg, ið hevur verið forkvinna í felagnum seinastu 2 árini, legði frá sær, og var Hervør Pálsdóttir vald, sum nýggj forkvinna. 

Í nýggju nevndini eru vald: Tráin Petursson Nónklett, Brandar Heðinsson, Petur Pauli á Høvdanum, Magnus Heinason Eysturoy, Sára Sondum og Óli Køtlum. Sára Sondum og Óli Køtlum vanta á myndini. Nýggja nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.