(Mynd: logting.fo)

Hesi 12 skulu viðgera stjórnarskipanar-uppskotið

Ari av Rana

08.11.2017 - 13:11

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Á løgtingsfundinum í dag vórðu umboðini til §25 nevndin vald. Størru flokkarnir fingu tvey umboð í part, meðan smærru flokkarnir fingu eitt umboð. Harafturat verður Sonja Jógvansdóttir eitt umboð.

Fyri Fólkaflokkin vóru Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vald. Varalimur fyri Fólkaflokkin er Joen Magnus Rasmussen.

Fyri Sambandflokkin bleiv tað Bárður á Steig Nielsen og Edmund Joensen. Varalimur er Kaj Leo Holm Johannesen.

Fyri Javnaðarflokkin varð tað Kristianna Winther Poulsen og Heðin Mortensen, meðan Helena Dam á Neystabø er varalimur.

Einsamalla umboðið fyri Sjálvstýri er Kári P. Højgaard. Varalimur er Jógvan Skorheim.

Fyri Tjóðveldi eru Annita á Fríðriksmørk og Ingolf S. Olsen, og Óluva Klettskarð er varalimur.

Umboðið úr Framsókn er Hanna Jensen, og varalimur er Ruth Vang.

Bill Justinussen umboðar Miðflokkin, meðan Jenis av Rana er varalimur.

Og síðsta umboðið í nevndini er uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvandóttir