Frá vinstru Aksel V. Johannessen, Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen

Hesi fingu flestar atkvøður

Ingi Samuelsen

02.09.2015 - 10:49

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Politiskir flokkar

Ongantíð fyrr hevur nakar politikari fingið so nógvar persónligar atkvøður til løgtingsval, sum Aksel V. Johannessen fekk í gjár.

Javnaðarformaðurin fekk 2.405 persónligar atkvøður, og tað er 426 atkvøður fleiri enn tær 1.979 atkvøðurnar, sum Kaj Leo Holm Johannessen fekk seinast. Í 2008 var Høgni Hoydal toppskorari við 1.262 atkvøðum.

Umframt Aksel Johannessen vóru tað 12 tingfólk, sum fingu oman fyri 500 atkvøður í gjár:

C Aksel V. Johannessen 2.405
E Høgni Hoydal 1.142
C Sonja J. Jógvansdóttir 1.020
A Jacob Vestergaard 965
A Annika Olsen 958
E Sirið Stenberg 751
A Jørgen Niclasen 698
F Poul Michelsen 671
E Kristina Háfoss 658
B Edmund Joensen 636
B Kaj Leo H. Johannessen 603
B Bárður á Steig Nielsen 592
B Magnus Rasmussen 500