Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi misti tingsessin

Hesi náddu ikki afturval

Ingi Samuelsen

02.09.2015 - 07:55

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tey vóru nógv, sum ikki vórðu afturvald í løgtingið á valinum í gjár.

Í Fólkaflokkinum eydnaðist tað ikki Hanusi Samró at gerast afturvaldur. Harafturat valdi Bjarni Djurholm ikki at stilla uppaftur. Joen Magnus Rasmussen, Rodmundur Nielsen og Brandur Sandoy, sum komu á løgtingið fyri landsstýrfólk, megnaðu heldur ikki at verða afturvaldir. Heldur ikki Janus Rein, sum varð valdur á listanum hjá Framsókn, varð valdur aftur í tingið.

Eins og Fólkaflokkurin, gekk Sambandsflokkurin aftur úr 8 í 6 tingsessir. Johan Dahl stillaði ikki uppaftur. Rósa Samuelsen, Alfred Olsen, Helgi Abrahamsen og Edva Jacobsen vórðu ikki afturvald. Heldur ikki Eivin Jacobsen, Reimund Langgaard og Jóna Mortensen, sum sótu fyri landsstýrisfólk. Gerhard Lognberg, sum seinast varð valdur á javnaðarlistanum varð heldur ikki afturvaldur.Hinvegin fekk flokkurin tríggjar nývaldar: borgarstjóran í Runavík Magnus Rasmussen og so Edmund Joensen og Magni Laksafoss, ið hava sitið á tingi áður.

Í Javnaðarflokkinum vórðu øll tingfólkini afturvald. Nýveld eru Sonja Jógvansdóttir, Heðin Mortensen og Bjarni Hammer, varaborgarstjóri á Tvøroyri.

Í Sjálvstýrisflokkinum var afturval til Kára P. Højgaard og nýval til Jógvan Skorheim

Í Tjóðveldi megnaði Bjørt Samuelsen ikki at verða vald aftur. Harafturat valdi Gunvør Balle ikki at stilla upp. Nývald á tjóðveldislistanum eru Magni Arge, Katrin Kallsberg og so Annita á Fríðriksmørk, ið hevur umboðað flokkin á tingi áður.

Í Framsókn var afturval til Poul Michelsen og nýval til Honnu Jensen, ið hevur verið eykakvinna fyri Poul Michelsen seinasta tingskeið.

Í Miðflokkinum var afturval til Jenis av Rana og Bill Justinussen.