Hesir byrja inni móti Aserbajan á Svangaskarði




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

17.06.2015 - 14:52

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Venjararnir hjá U21 landsliðnum í mansfótbólti, Eli Hentze og Bill McLeod Jacobsen, hava nú valt teir 11 spælararnir, sum skulu byrja inni í spennandi dystinum móti Aserbajan í dag.

Dysturin verður spældur á Svangaskarði og bryjar klokkan 17. Talan er um fyrsta dystin í undankappingini fram móti EM fyri U21 lið í 2017.

Hópurin hevur seinastu dagarnar hildið til á Hotel Runavík, har umstøðurnar eru sera góðar, meðan liðið hevur vant á Svangaskarði og við Løkin í Runavík.

- Vit hava spælarar, ið vilja, tora og duga at spæla fótbólt. Og harafturat skulu vit ikki gloyma, at teir eru sinnaðir at geva alt fyri Føroyar. So jú, vit eru spentir til dystin, og vónandi fáa vit eina góða byrjan uppá kappingini, sigur Bill McLeod Jacobsen.

Hesir byrja inni: 1. Elias Rasmussen, 2. Leivur Joensen, 4. Andrias Eriksen (C), 5. Poul N. Mikkelsen, 3. Benjamin Heinesen, 8. Haraldur R. Højgaard, 6. Jonas Gejel Hansen, 7. Jóannes Bjartalíð, 10. Hákun Edmundsson, 11. Patrik Johannesen og 9. Poul Ingason.

Á beinkinum siga sostatt: 12. Fríði Sigurðsson, 13. Bartal Wardum, 14. Betuel Hansen, 15. Gunnar Vatnhamar, 16. Karstin Højgaard, 17. Búi Egilsson og 18. Meinhard E. Olsen.

Ókeypis atgongd er til dystin.