Hesir føroyingar hava áður luttikið í danska Melodi Grand Prix

Sverri Egholm

22.01.2018 - 21:47

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tá danska Melodi Grand Prixið verður sent 10. februar verður tað við Carlsen-systrunum, Vanju Carlsen, Lailu Calrsen og Barbaru Chaparro, millum luttakararnar. Tað kunngjørdi Danmarks Radio í morgun.

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyingar luttaka í stóru sangkappingini, sum DR skipar fyri, og har tey syngja um at sleppa at luttaka í stóru Eurovision finaluni, sum í ár verður í Portugal í mai mánað.

Seks onnur ár hava føroyingar verið við í hesari kappingini. Eisini hava fleiri luttikið í X Factor, Stjerne for en Aften og øðrum.


Annika Hoydal (1979)

Við sanginum “Aldan” var Annika Hoydal tann fyrsti føroyingurin at luttaka í danska Melodi Grandprix, sum byrjaði í Danmarks Radio í 1957. Hon endaði á fjórða plássi í kappingini í 1979. Tað árið vann Tommy Seebach við lagnum “Disco Tango”.



Pætur við Keldu (2002)

Síðani gingu tað nøkur ár, áðrenn aftur ein føroyingur var við í stóru tónleikakappingini í Danmark. Tað var í 2002 at klaksvíkingurin Pætur við Keldu luttók við lagnum “Som eg drøm“. Vinnarin hetta árið var Malene Winther Mortensen við “Vis mig, hvem du er”.




Petsi Tvørfoss (2004)

Í 2004 var aftur ein føroyingur við í danska Melodi Grand Prix. Tá var tað Petsi Tvørfoss sum við sera fangandi lagnum “Mest når det er regn” luttók. Hon endaði á fimta plássi. Tomas Thordarson við lagnum “Sig det’ løgn“ vann hetta árið.


The Dreams (2008)

Í 2008 luttók pop og rock bólkurin “The Dreams” í kappingini við lagnum “La’ mig være“. Bólkurin sum byrjaði at spæla í 2004 endaði á einum fjórða plássi. Hetta árið vann Simon Mathew við fangandi lagnum “All Night Long”.



Jens Marni Hansen (2010)

Tvey ár seinni, í 2010, luttók okkara egna rockstjørna, Jens Marni Hansen í kappingini við sanginum “Gloria”, sum seinni gjørdist eitt veruligt hitt her heima. Jens Marni Hansen kom tó ikki víðari í hálvfinaluna. “Chanée & N’evergreen” vunnu hetta árið við lagnum “In a Moment Like This”.



Kristel Lisberg (2016)

Í 2016 luttók Kristel Lisberg við “Who Needs A Heart”, sum av misgáum kom út á tónleikatænastuna Spotify áðrenn tíð. Framførslan gekk væl, men tað eydnaðist ikki at fáa nokk av atkvøðum til eitt pláss í finaluumfarinum. Bólkurin Lighthouse X vann hetta árið.


Carlsen (Mynd: DR)

Carlsen (2018)

Í morgun var kunngjørt, at Carlsen systrarnar luttaka í ársins danska Melodi Grandprix. Tær tríggjar systrarnar Vanju Carlsen, Lailu Calrsen og Barbaru Chaparro, skulu syngja lagið “Standing Up For Love”, sum helst verður at hoyra nakrar dagar áðrenn kappingina 10. februar.