Hesir skulu spæla móti Ungarn

Steinar Patursson

28.09.2015 - 11:19

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Á tíðindafundi í FSF-húsinum gjárkvøldið kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, hópin til landsdystirnar ímóti Ungarn og Rumenia, sum verða 8. og 11. oktober.

Venjarin hevur framt tvær broytingar í hópinum hesaferð, í mun til teir, ið vórðu úttiknir til dystin ímóti Finnlandi.

Viljormur Davidsen og Andreas Lava Olsen avloysa Erling Jacobsen og Finnur Justinussen.

Teir 23, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:

Gunnar Nielsen, Stjarnan (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Tórður Thomsen, B36 Tórshavn
Jónas Tór Næs, B36 Tórshavn
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DEN)
Rógvi Baldvinsson, FC Fredericia (DEN)
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Gilli Rólantsson Sørensen, AaB Ålborg (DEN)
Réne S. Joensen, Vendsyssel FF (DEN)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK (NOR)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Hallur Hansson, Vendsyssel FF (DEN)
Brandur Hendriksson Olsen, FC København (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, Vejle BK (DEN)