Linda Margrethe Hesselberg, ákæri (Mynd: Sverri Egholm)

Hesselberg: - Nevningatingið tók málið ógvuliga seriøst

Jens Hákun Leo

16.06.2018 - 08:03

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri í málinum, sum hevur fingið navnið øksarmálið, legði upp til, at hon sum heild var nøgd við dómarnar, ið vórðu sagdir í gjárkvøldið.

Hvørgin av teimum báðum ákærdu monnunum varð funnin sekur í morðroynd, so sum hon hevði skotið upp, men hinvegin gleddist Hesselberg um, at nevningartingið hevði tikið málið so álvarsamt, sum tað hevði gjørt.

”Nei, teir vórðu ikki dømdir fyri drápsroynd, so sum eg skjeyt upp, men hinvegin megnaði eg fáa málið í rættin og fyri eitt nevningating, sum gjørdi eitt stórt arbeiði við at viðgera málið, og tók nevningatingið málið ógvuliga seriøst. Tað havi eg stóra virðing fyri, og taki eg niðurstøðuna hjá nevningatinginum til eftirtektar”, segði Hesselberg, sum tó kundi vísa á, at nevningatingið og dómararnir í málinum ikki lógu so langt frá hennara meting, tá tað kom til at áseta longdina á dómunum.

Hon skjeyt upp ein viðgerðardóm í óásetta tíð fyri tann 22 ára gamla mannin, sum hann eisini fekk, og ein minst 5 ára fongsulsdóm fyri tann 24 ára gamla mannin. Hann fekk ein 4-ára fongsulsdóm.

Hesselberg nýtti at enda høvið at rósa føroysku løgregluni.

”Løgreglan í Føroyum hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði í sambandi við hetta málið, sum sendir eitt týdningarmikið signal, og er revsingin í hesum málinum ”en mærkbar straf”, sum hon orðaði seg.

Les eisini: Verjarnir fegnast um fríkenningina