Hetland/Orknoyggjar: Carmichael varð afturvaldur

Ingi Samuelsen

09.06.2017 - 15:34

Tíðindi > Hetland

Norðasta valdømi í Stórabretlandi, Hetland og Orknoyggjar, er framvegis liberaldemokratiskt.

Á tjóðartingsvalinum í gjár vann Alistair Carmichael stórsigur fyri liberaldemokratarnar og varð á fimta sinni valdur at umboða hetlendingar og orknoyingar í tjóðartinginum í Westminster.

Úrslitið av valinum í gjár var, at Carmichael fekk 11.312 atkvøður, svarandi til 48,6 prosent av atkvøðunum.

Miriam Brett hjá SNP fekk 6.749 atkvøður (29,0 prosent), Robina Barton úr Labour fekk 2.664 atkvøður (11,4 prosent), Jamie Halcro-Johnston, konservativu fekk 2.024 atkvøður (8,7 prosent), Robert Smith frá UKIP fekk 283 atkvøður ( 1,2 prosent) og óhefti Stuart Hill fekk 245 atkvøður, svarandi til 1,1 prosent.

Carmichael fekk eitt munandi betri val fyri liberaldemokratarnar hesaferð enn á valinum fyri tveimum árum síðani. Tá vann hann tepurt á Danus Skene, sum tá stillaði upp fyri SNP. Bert góðar 800 atkvøður vóru á muni. Carmichael fekk 41,4 prosent, SNP fekk 37,8.

Liberaldemokratarnir fingu tilsamans 12 sessir í tjóðartingsvalinum í gjár, ein framgongd upp á fýra.

Alistair Carmichael kemur úr Orknoyggjum. Í undanfarna valskeiði, tá teir liberalu vóru við í stjórnini hjá David Cameron, sat Carmichael í stjórnini sum ráðharri fyri Skotland og Norðurírland.