Bucham Alpha til upphøgging í Hetlandi eftir at hava tænt sína tíð í Norðsjónum.

Hetlendski grannin bjóðar seg fram at taka niður gamlar oljupallar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

03.11.2017 - 16:11

Oljan >

Nú oljusøgan í Norðsjónum er farin um tey fimti hómast ein spildurnýggj vinna í kjalarvørrinum á tí aldargamla oljuvirkseminum. Talan er um ”Decommissioning” vinnuna, tvs. niðurtøka av gomlum oljupallum og útbúnaði, har oljugoymslurnar í undirgrundini eru tómar ella við at tømast. Tá oljufeløgini fáa loyvi at leita eftir og framleiða olju og gass er ein av treytunum frá myndugleikunum, at tey rudda upp eftir seg, tá tey gevast, tvs. at tey mugu taka niður pallar og útbúnað á havbotninum og flyta henda til lands at taka sundur. Fyrsta stóra stigið innan hesa nýggju vinnuna varð tikið fyri ikki so langari tíð síðani, har ein av gomlu Brent pallunum varð fluttur til Bretlands við serútgjørdum skipi fyri síðani at verða tikin sundur og tilfarið endurbrúkt.

Síðani prískreppa tók seg upp í oljuvinnuni hevur meira og meira verið tosað og skrivað um ”Decomm” vinnuna, sum hon eisini verður nevnd. Tosað verður um eina heilt nýggja tíð innan oljuvinnuna, sum fer at geva arbeiði til nógvar hendur og sum fer at skapa inntøkur í hundraðtals milliarda klassanum yvir eitt longri tíðarskeið. Eisini føroyskar fyritøkur fylgja við hesi gongdini, men einki ítøkiligt er hent her kortini. Hugsast kundir t.d. at føroyskar fyritøkur og havnir tóku upp samstarv við líknandi fyritøkur í okkara grannalag t.d. Hetlandi ella Skotlandi, soleiðis at partar av eini oljustøð til havs, varð flutt til Føroya, eins og tað nú verður gjøri í Bretlandi.

Leita vit bert fáar hundrað kilometrar eystur til hetlendsku grannar okkara, so eru teir har longu farnir í gongd. Ikki so løgið, nú Hetland leingi hevur verið karmur um oljuvinnuna og nú fleiri av gomlu pallunum liggja skamt frá Hetlandi.

Fyrr í ár hendi tað so, at fyrsti gamli pallurin av sínum slag varð fluttur til Hetlands at verða tikin sundur. Talan er um Buchan Alpha, sum hevur ligið við bryggju uttan fyri Lerwick, og har verður tikin sundur. Nú umrøða hetlendskir myndugleikar og vinnan so, hvussu víðari skal farast fram fyri at gera hesa nýggju vinnuna til veruleiki í Hetlandi.

Hetlendingar hava eisini eins og føroyingar brúkt nógvar pengar til at betra um atløguviðurskiftini í oyggjunum fyri bæði at kunna veita tænastur til oljuvinnuna og fiskivinnuna men eisini til vaksandi ferðavinnuna. Herfyri vórðu gjørdar stórar íløgur í Lerwick í nýtt havnalag og atløgubryggju, har ætlanin eisini at er at húsa nýggju ”Decomm” vinnuni. Hetta er so eisini ein gongd vit síggja í Orknoyggjum, Skotlandi, Norra og Danmark, har havnaútbyggingar verða gjørdar m.a. við nýggju ”Decomm” vinnuni fyri eygað.

Stjórin fyri havnamyndugleikan í Lerwick, Sandra Laurenson sigur við Shetland Times, at tey síggja stórar møguleikar í oljuvinnuni og eisini í nýggja partinum av henni, ”Decommissioning”, har oljupallar gevast við framleiðsluni fyri síðani at verða fluttir til lands at verða tiknir sundur.

Vil tú vita meira um hesa verkætlanina og Decommissioning sum heild fær inn á hesar leinkjur:

https://www.repsolsinopecuk.com/news/buchan-alpha-arrives-in-shetland-for-disposal

https://www.lerwick-harbour.co.uk/buchan-alpha

https://www.lerwick-harbour.co.uk

https://www.youtube.com/watch?v=F74yZzsoT_U

https://www.energyvoice.com/oilandgas/decomm/147179/decommissioning-lands-shetland/