Teitur Samuelsen (Skíggjamynd, kvf.fo)

- Hetta er ein stór hending

Sverri Egholm

19.06.2018 - 21:27

Tíðindi >

- Hetta er ein stór hending, ikki bara fyri sandoyingar, men hjá øllum føroyingum. Hetta fer at broyta dagligdagin hjá sandoyingum mest, og eg haldi tað er rætt, at man markerar sovorðnar dagar.

Tað segði Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum við Dag & viku í kvøld. Hósdagin klokkan 14 verður fyrsta skotið latið av í sambandi við arbeiðið at gera Sandoyartunnilin.

Hann avsannar, at tað er trýst frá politisku skipanini, at man nú skipar fyri einum slíkum tiltaki.

Sjálvt arbeiðið at bora tunnilin byrjar ikki enn, tí tað byrjar tá Eysturoyartunnilin er boraður ígjøgnum um eitt gott ár.

- At vit fara í gongd við fyrireikingarnar nú, er at vit hava havt fokus á at vit royna at halda tíðarætlaninar og royna at minka vágarnar. Eisini at vit hava góða tíð at gera hesar fyrireikingarnar minkar vágarnar í verkætlanini, sigur Teitur Samuelsen við Dag & viku.