Gíslatakarin, Man Haron Monis, seinast hann var í rættinum. Mynd: EPA

Hetta er gíslatakarin

Hallur av Rana

15.12.2014 - 21:25

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Maðurin, ið hevur tikið eini fjøruti fólk til gísla í eini kaffistovu í Sydney, er nú vorðin eyðmerktur.

Talan er um 49 ára gamli Man Haron Monis. Gíslatakarin, ið er eitt flóttafólk úr Iran, hevur fingið politiskt friðskjól í Avstralia.

Man Haron Monis er ein gamal kenningur hjá løgregluni í Avstralia. Hann er í løtuni ákærdur fyri at hava dripið fyrrverandi konu sína. Hon var stungin fleiri ferðir við knívi, áðrenn eldur varð settur á hana.

Í oktober vórðu fjøruti ákærir reistar móti Monis. Tá varð hann ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á seks ymiskar kvinnur.

Harumframt er Monis kendur, og dømdur, fyri at hava sent ódámlig brøv til familjurnar hjá falnum avstralskum hermonnum.