- Hetta er ófatiligur óndskapur

Steinar Patursson

15.07.2016 - 10:34

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

- Yvirgangsatsóknin í franska býnum Nice er ófatiligur óndskapur. Eg eri tungur í huga, nú Frakland aftur er rakt av skelkandi yvirgangsatsókn.

Soleiðis sigur løgmaður um yvirgangsatsóknina, ið seint gjárkvøldi rakti Nice undir hátíðarhaldinum av franska tjóðardegnum.

- Aftur hesaferð eru fullkomiliga verjuleys fólk offur fyri yvirgangi. Hetta er tíverri enn eitt álop á okkara grundleggjandi virði í Evropa.

Løgmaður sigur, at yvirgangsatsóknirnar í Evropa seinastu árini eiga at styrkja okkara tilvitan um, at í okkara parti av heiminum skulu vit áhaldandi berjast fyri einum opnum og demokratiskum samfelag.

- Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við franska fólkinum í hesari myrku og sorgarbundnu løtu.

- Eg fari vegna Føroya fólk at senda François Hollande, forseta Fraklands, samkensluskriv, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.