Hetta heldur Facebook um teg



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

16.05.2018 - 19:24

Mentan > Vinna & Tøkni > Miðlar

Tað er ein lítil goymd loyna, at Facebook og aðrir miðlar goyma upplýsingar um brúkaran, sum m.a. verður nýtt til málrættaðar lýsingarherferðir móti brúkaranum. Út frá hesum upplýsingum ger Facebook síðani nøkur lyklaorð um brúkaran. Enn er óvist hvussu og hví Facebook ger hetta.

Men hvørji eru lyklaorðini, sum Facebook hevur um teg ? Danmarks Radio hevur gjørt eina vegleiðing um hvussu brúkarin kann síggja hvørji lyklaorð Facebook setur á seg.

vegleiðingina á dr.dk.

- Stóri trupulleikin er, at vit ikki vita hví vit verða koyrd í nakrar áhugabólkar, soleiðis sum Facebbok ger. Vit vita enn ikki hvussu tey samla upplysingar um okkum, og hvat hesir verða nýttir til, sigur Benjamin Rud Elberth, serfrøðingur í sosialum miðlum.

Facebook kallar bólkingina av tínum áhugamálum fyri “lýsingaráhugi”, og skrivar, at “tíni áhugamál eru bygdar á títt brúk av Facebook og annað virksemi.

Mikael Lemberg, sum hevur starvast hjá evropeisku marknaðardeildini hjá Facebook í Írlandi, hevur eitt boð um hvussu Facebook bólkar brúkaran:

- Lýsingaráhugin á Facebook verður gjørdur út frá eini blanding av hvat tú trýstir á, hvat tær “dámar” og tað tú viðmerkir. Eisini verða upplýsingarnir ein sjálvur hevur givið Facebook nýttir, og til síðst hvussu tú brúkar aðrar heimasíðir og apps, sum sporingsskipanin hjá Facebook er ein partur av.