(Mynd: Arktisk Kommando)

Hetta lopið var orsøk til flóðalduna

Ingi Samuelsen

19.06.2017 - 12:27

Tíðindi > Tíðindi > Grønland

Ein rapað fjallalíð, 300 ferðir 1100 metrar í Karatfjørðinum er eftir øllum at døma orsøkin til flóðalduna, sum leygardagin legði stóran part av bygdini Nuugaatsiaq í oyði, sigur Arktisk Kommando.

Í gjár var enn óvist júst hvat tað var, sum var orsøkin til flóðalduna. Men nú bendir alt á, at Arktisk Kommando hevur funnið orsøkina til náttúruvanlukkuna.

- Seina leygarkvøldið var ein skjálvti orsøk til eitt skriðulop í Karratfjørðinum í Útnyðringsgrønlandi. Eitt øki uml. 300 x 1100 metrar rapaði í fjørðin og gav eina flóðaldu, ið seinni rakti nærliggjandi oyggjar og firðir, skrivar Arktisk Kommandu á Facebook-vanganum í morgun.

Myndir eru eisini viðheftar, sum vísa, at ein partur av fjallinum manglar.

Sambært jarðfrøðistovninum GEUS ber ikki til at siga, um tað var ein jarðskjálvti, ið var orsøkin til lopið. Tað kann eisini vera lopið, ið var orsøkin til ristingarnar, ið vórðu skrásettar leygarkvøldið kl. 21.40.

- Okkara dátur eru torskildar, og vit kunnu ikki síggja, um tað var ein skjálvti, ið byrjaði skriðuna, ella skriðan í sjálvum sær, tí talan er um eina óstøðuga fjallasíðu, sigur Tine Larsen, granskari og seismologur hjá GEUS.

Átta minuttir eftir rystingarnar kl. 21.40 rakti ein flóðalda bygdina Nuugaatsiaq, har 11 hús vórðu skolað til havs og fýra fólk eru saknað.