- Hetta var bara fantasi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

17.05.2018 - 13:07

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Lógarbrot

Ein 42 ára gamal føroyingur er í dag í rættinum í Lyngby, har hann er ákærdur fyri at hava viðvirka til neyðtøku av einum 4 ára gomlum dreingi.

- Hetta var bara fantasi. Hetta var ikki veruligt.

Soleiðis segði føroyingurin í rættinum í dag um tey fleiri túsund boðini, sum hann skrivaði til 43 ára gomlu kvinnuna úr Charlottenlund, sum til endans gjørdi seg inn á son sín. Kvinnan fekk íblástur frá samskiftinum til at gera seg inn á sonin, skrivar Ekstra Bladet úr rættinum í Lyngby.

- Tú hevur skumpa til míni mørk. Mær dámar hetta og eg haldi, at eg vil fara allan vegin við tær, skrivaði kvinnan til føroyingin.

Tann 8. mars varð kvinnan dømd 3 ár og 9 mánaðir fongsulsrevsing fyri fleiri ferðir at hava gjørt seg kynsliga inn á dreingin. Kvinnan játtaði seg seka.

Føroyingurin verður ákærdur fyri at hava eggjað til at mamman gjørdi seg inn á dreingin fleiri enn 40 ferðir. Maðurin noktar fyri hesum og sigur, at hann aldrin hevði ímynda sær, at kvinnan fór at liva hendan fantasi.

- Hon er ein gløgg og klók kvinnan. Eg kundi ikki ímynda mær, at hon fór at gera hetta, segði føroyingurin í rættinum.

Føroyingurin verður ákærdur fyri at hava viðvirka til neyðtøku av øðrum slagi enn kynsliga samveru við barni undir 12 ár, blóðskemd og blygdanarskemd. Hann verður eisini ákærdur fyri at hava eggjað kvinnuni til at hava kynsliga samveru við pápa sín og til at hava kynsliga samveru við dóttur sína. Hetta hendi tó ikki, tí at kvinnan varð handtikin.

Føroyingurin verður eisini ákærdur fyri at hava eggjað kvinnuni til at taka barnapornografiskar myndir av soninum og sendi tær til sín.