Trygdin er herd munandi á Ataturk flogvøllinum eftir bumbuálopið í gjárkvøldið (Mynd: DR.dk)

Hetta vita vit um bumbuálopið í Istanbul

Niels Petersen

29.06.2016 - 10:35

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Atatürk flogvøllurin varð í gjár álopin av trimum yvirgangsmonnum skrivar DR.dk í morgun. Í gjár ljóðaði annars, at teir einans vóru tveir. Allir tríggir hava vist havt bumbubeltir á sær, men eydnaðust nokk ikki heilt so væl við síni atsókn, sum teir helst høvdu ætlað. 36 menniskju lótu tó lív og heili 147 blivu særd í álopinum. Ongin hevur enn tikið ábyrgdina av álopinum.

Turkisk løgreglulið fóru heilt skjótt í skotbardaga við yvirgangsmenninar, og endin var, at tveir av teimum brustu nærum samstundis, tætt við ein parkeringskjallara við flogvøllin. Ein bumbumaður náddi inn í komuhøllina, har hann lat bumbuna bresta, og sora meginpartin sundur.

Hvussu tað hendi
Um klokkan 21:11 í gjárkvøldið byrjaðu miðlar at greiða frá um bumbuálopið á Atatürk flogvøllin í Istanbul.

Tríggir menn byrjaðu at skjóta við Kalashnikov riflum tætt við komuhøllina á flogvøllinum.

Sambært Turkiska forsetisráðharranum, Binali Yildirim, komu teir tríggir yvirgangsmenninir við hýruvogni til flogvøllin. Men enn er óvissa um, hvar teir síðani fóru.
Ein eksplotión var í komuhøllini, og ein í einum parkeringskjallara. Tann triðja var tætt við metroina, tætt við parkeringskjallaran.


Løgreglan royndi at steðga teimum, og tað bleiv til skotbardaga við yvirgangsmenninar. Tað eydnaðist tí yvirgangsmonnunum at sprongja seg.


Meginparturin at teimum dripnu eru turkar men sambært Yildirim kann tað væntast, at útlendingar eisini eru millum tey løstaðu.

Atatürk flogvøllurin, ið liggur vestanfyri Istanbul er triðstørsti flogvøllur í Europa. Umleið 60 milliónir ferðandi ferðast gjøgnum turkiska flogvøllin árliga, og tað eru bert Heathrow í London og Charles de Gaulle í París sum flyta fleiri ferðafólk.