Hevur gingið 100 pund av sær

Ingi Samuelsen

01.01.2015 - 22:18

Tíðindi >

Størsta hendingin í 2014 var at eg setti mær fyri at koma niður í vekt. Soleiðis skrivar Rúni Thomsen úr Hvalba um árið, ið júst er farið. Eitt hendingaríkt ár við nógvum góðum túrum.

Rúni skrivar soleiðis:

Tann 4. januar 2014 byrjaði eg eitt nýtt lív. Eg sett mær fyri at nú skuldi eg koma niður aftur í vekt. Eg vigaði tá 157,5 kg. Mítt tíðarmál fyri atkoma á mál var/er juli 2015.

Ein umlagdur kostur og motión skuldi vera mín vegur til at fara niður í vekt. Men eg vildi koyra hetta stríð sjálvur. Fyrstu túrarnir vóru stuttir, men tungir. Men skjótt setti eg mær fyri at ganga niðan til Sandvíkstunnilin, ikki langt, men tá ein sera tungur túrur.

So gekk skjótt rætta vegin og tann 25. apríl skipaði eg fyri túri úr Hvalba til Fámjins, í sambandi við flaggdagshaldið og komu umleið 120 fólk við á hesun túri.

Hetta var ein øðilig avbjóðing, og hevði eg tá tapt meg 26 kg, niður á 131,5 kg.

Næstu mánaðirnir gekk eg sera nógv, og setti mær fleiri og størri mál, m.a. gekk eg 7. juni, úr Nesvík til Tjørnuvíkar og aftur, umleið 25 km.

Tann 13. juli fór eg so longsta túr, sum eg nakrantíð havi gingið. Eg hevði sett mær fyri at ganga úr Sandvík og til Akraberg. Ein túrur uppá akkurát 50 kilometrar.

Hetta var ein stór avbjóðing, men eftir 9½ tíma, fekk eg eina stóra vælkomst frá familjuni í Akrabergi og enn eitt stórt mál var nátt.

Seinni ætlaði eg at gera túrin aftir fjøllunum, men nógvur mjørki foraði hesum túrinum. So hann verður at bíða til í 2015.

Av øðrum avbjóðingurm hetta ári kunnu nevnast einar fimm gongutúrar Hvalba-Trongisvágur, Túrur niðan á Gluggarnar, sum eru hægsta fjall í Suðuroynni og endiliga at koma út aftur í Lítlu Dímun at reka í summar.
Hetta er ein stytt frágreiðing frá 2014, har eg má sig at alt ári hevur verið nakað serligt og ein stór hending fyri meg og fyri mína familju.

Her skal leggjast afturat at eg sum sagt havi koyrt hetta løbið sjálvur, men við stórum stuðli frá mínari famjlu. Eisini havi eg brúkt Facebook nógv í hesum kampinum, við m.a. at leggja ein status út fríggjamorgun við hvussu gongdin er.

Tá vektin var lægst her fyri, var eg komin niður á 107,7 kg ella eitt tap í 2015 uppá 49,8 kg. Seinastu kg koma væntandi í 2015.