Gunnar Garfors vitjar Machu Picchu í Peru.

Hevur vitjað allan heimin - hetta sigur hann um Føroyar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Marin Eidesgaard

13.08.2015 - 20:51

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Gunnar Garfors hevði vitjað 85 lond í 2008. Tá gjørdi hann av, at hann skuldi vitja hvørt eitt einasta eitt land í heiminum, heili 198 lond.

Hann rakk máli sínum 8. mai 2013, og hann er harvið yngsti persónur, sum hevur vitjað øll heimsins lond. Hann var 37 ára gamal. Hann hevur síðani skrivað eina bók, sum kallast “198: How I Ran Out Of Countries”, og hann hevur eina heimasíðu, har man sær ferð hansara.

Garfors, sum arbeiðir í norska kringvarpinum, NRK, megnaði at varðveita starv sítt, meðan hann ferðaðist.

Úr Føroyum hevur Garfors tikið eina mynd av fossinum í Gásadali og skrivað: “What are you waiting for? Just visit Faroe Islands." Sí myndina niðanfyri.