Flettingkapping. Mynd: Sigmar M. Mørkøre

Heystfagnaðurin er komin fyri at vera

Hallur av Rana

18.12.2014 - 03:31

Tíðindi > Mentan > Stevnur & festivalar

Serføroyskt, bygdasligt, forkunnigt, sjarmerandi og hugnaligt. Tað er hvat eiðisfólk hildu um Heystfagnaðan, ið var hildin fyrr í ár á Eiði. Tað staðfestir Eiðis kommuna, ið hevur gjørt eina nøgdsemiskanning, har tey bóðu fólk geva sína hugsan til kennar um tiltakið.

Á tiltakinum var alt møguligt, ið er knýtt at heystinum, á skránni. Flettikapping, rullupylsukapping, seyðasýning, seyðauppboðssøla og føroyskur tónleikur og nógv annað, var hesar dagar í oktober, tá eiðisfólk og onnur fagnaðu heystinum.

Tiltakið eydnaðist so mikið væl, at Eiðis kommuna hevur avgjørt, at tiltakið verður endurtikið í oktober næsta ár. Sostatt staðfestir kommunan, at Heystfagnaðurin á Eiði er komin fyri at vera.

Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlum, vísa fyrireikararnir á, at ein nøgdsemiskanning var sett í verk aftaná tiltakið, sum ein liður av eftirmetingini. Har hómaðust sjónlig spor spor, ið styðja upp undir 
høvuðsendamálinum, ið var at skipa fyri einum tiltaki, sum brýtur upp úr nýggjum.