Mynd: EPA

Higartil eru seks deyð í skottilburðinum í München

Niels Petersen

22.07.2016 - 20:06

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Talið av teimum sum hava latið lív í týska býnum, München í kvøld er komið uppá seks, og enn vita mynduleikarnir ikki hvussu nógv hava fingið løstir í skottilburðinum í Olympia sølumiðstøðini, og uttanfyri ein McDonalds handil skamt har frá.

Løgreglan fekk fráboðanina umleið klokkan 17 føroyska tíð, at ein maður var komin inn í Olympia sølumiðstøðina, har hann bara var byrjaður at skjóta frá hond. Skot hoyrdust eisini uttanfyri ein McDonalds handil skamt har frá, og har skal ein gerningsmaður eisini hava skotið eftir fólki sum gekk framvið.

Løgreglan hevur fyri løtu síðani, á tíðindafundi, boðað frá, at tað er talan um tríggjar gerningsmenn, men av tí at hesir enn eru leysir, verður heitt á fólk í nærumhvørvinum um, at halda seg við hús, ella burtur frá stórum almennum plássum.

Servand løgreglulið leita nú eisini eftir teimum trimum gerningsmonnunum.