High School Musical 2 til Havnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.04.2017 - 13:45

Mentan > List > Leiklist

Um góðar tvær vikur verður møguleiki at uppliva sangleikin ”High School Musical 2” í Havn framførdur av 10. floks næmingum á sangbreytini í Fuglafjarðar skúla.

Næmingarnir á eNámi høvdu fleiri sera væl eydnaðar framførslur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fyrr í mánaðinum, og móttøkan var so mikið góð, at avgerð er tikin um at seta leikin upp í Norðurlandahúsinum eisini.

Framførslurnar í Norðurlandahúsinum vera sunnudagin 7. og mánadagin 8. mai.

High School Musical 2 hevur alt tað, ein sangleikur eigur at hava: Tónleik, sang, sjónleik og dans. Umleið 60 næmingar hava verið á Sangleikabreytini í ár, og tað eru hesi mongu ungu, ið spæla, syngja, dansa, stýra teknikki o.a.

Bárður á Lakjuni týddi leikin og sangirnar úr enskum. Edmund Williamson var eisini partur av týðingararbeiðinum. Leikurin er bygdur á filmin við sama heiti. Peter Barosschini og William Simpatico eru høvuðsmenninir handan filmin og upprunaliga leikin.

Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni hava Sangleikabreytina undir hond. Næmingarnir eru úr Gøtu, Leirvík, Fuglafirði, Strondum og skúlanum við Streymin.