Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Hiking.fo skal umsita ferðafólkastreymin í Mykinesi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

01.05.2018 - 21:57

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Fyrsta mai byrjar siglingin út í Mykines og tá byrjar ferðafólkastreymurin eisini. Í fjør samtyktigrannastevnan, at tørvur var á at gera okkurt fyri at verja lundan. Í tí sambandi hava hagapartarnir og hiking.fo nú gjørt avtalu um ferðaleiðara og vaktarhald í Mykinesi í summar.

Gongdin seinnu árini, hevur víst okkum, at tørvur er á at hava reglur og ásetingar, sum skipa viðurskiftini betri, sigur Esbern í Eyðanstovu, ið er ein av hagastýrisformonnunum í Mykinesi.

2017 var eitt royndarár og við støði í hesum, hava vit valt at gera reglurnar einfaldari og skipa fyri vaktarhaldi í tíðarskeiðinum frá klokkan 11:00 til 17:00, tá loyvi er at fara út um bøgarðarnar.

At standa fyri vaktarhaldinum og innkrevjingini, er avtala gjørd við hiking.fo. Í 2017 fekk felagið heiðurin sum ársins átak og hevur ment eina heimasíðu, har tað ber til at bíleggja túrar við ferðaleiðara ymsastaðni í Føroyum. Dentur er lagdur á, at túrarnir eru ankraðir í nærumhvørvinum soleiðis at tað eru fólk á staðnum sum standa fyri. Vit eru sera spent at fara undir nýggju uppgávuna, sigur Pól Sundskarð, sum eigur og rekur hiking.fo.

Hann sigur eisini, at saman við hagastýrisformonnunum hava tey funnið ein leist, sum fer at gera tað einfaldari hjá ferðafólki.

Á heimasíðuni mykines.fo, ið verður nýtt tá fólk bóka pláss við Jósup er leinkja til hiking.fo, so til ber at bóka alt um eina leið. Kravið um ferðaleiðara er í 2018 avloyst av vaktarfólki, sum í staðin fara at ansa eftir, at leiðreglurnar í grannastevnuviðtøkuni verða fylgdar.

Bestu upplivingina fáa ferðafólk avgjørt við staðkendum ferðaleiðara. Um ferðafólk ynskja ferðaleiðara kunnu tey venda til onkra av ferðaskrivstovunum. Hiking.fo hevur eisini møguleika fyri at útvega ferðaleiðara um tørvur er á tí.

Hvørt ferðafólk, sum fyllir 15 ár í álmanakkaárinum og eldri = 100 krónur. Børn, sum fylla 7-14 ár í álmanakkaárinum = 50 krónur meðan børn 6 ár og yngri gjalda einki.

Fólk við tilknýti til oynna og fólk í arbeiðsørindum rindað einki gjald.

Harumframt kann møguligt ómaksgjald koma frá Hiking.fo, tó í mesta lagi 5 krónur.