Hildu á til tíðliga í morgun



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

21.04.2018 - 07:56

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað bleiv seint hjá tingfólkunum í nátt, ella í morgun um ein vil. Ikki fyrr enn klokkan 03:50 í nátt var tingfunndurin av og øll 26 málini viðgjørd.

Byrjað var klokkan 9:30 í morgun, og síðani varð koyrt á við styttri og longri viðgerðum. Síðst á skránni vóru millum annað mál sum vegleiðandi fólkatkvøða um hjúnabandslógina og tunlarnir norð um fjall. Bæði hesi málini fullu. Sum tað síðsta fór tingið í holt fyrstu viðgerð av eykajáttanarlóg klokkan hálvgun fýra, sum tó ikki var so drúgv.

Tingið ætlar sær í summarfrí á flaggdegnum 25. apríl, og tí kunnu tingfólk rokna við langum arbeiðsdøgum mánadagin og týsdagin.