Hilmar J. Højgaard sýnir fram í Smiðjuni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

16.03.2017 - 12:14

Mentan > List > Myndlist

Seinnapartin í dag letur Hilmar J. Højgaard upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Hilmar hevur havt fleiri framsýningar tey seinastu árini. Íblásturin til málningarnar fær hann serliga úr føroysku náttúruni og øllum tí, sum rørir seg har. Málningarnir, sum vera við á framsýningini, eru m.a. teir eyðkendu landskapsmálningarnir.

Framsýningin verður opin hvønn seinnapart til og við týsdagin.