Hilmar Leon Jakobsen(nr.27) fegnast her í seinnu hálvfinaluni. Hann er ein týðandi orsøk til, at H71 í morgin skal spæla steypafinaluni. Stórskjúttin sær nú fram til at spæla í frálíku umstøðunum, og til møguleikan at vinna triðju

Hilmar Leon Jakobsen: Alt kann henda í einari finalu

Agnar Frederiksen

16.02.2018 - 19:32

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í Hoyvík stendur hondbólturin í fagrasta blóma. Seinastu árini hevur H71 verið sera væl umboðað, tá steypafinalurnar skulu avgerast. Soleiðis er aftur hetta vikuskifti: H71 hevur lið í 9 útav 12 finalum.

Hjá teimum vaksnu er H71 umboðað í mansfinaluni. Hoyvíkingar kunnu vinna sína triðju steypafinalu á rað, og 20-ára gamli bakspælarin Hilmar Leon Jakobsen og hinir vilja fegnir skriva søgu:

-Tað hevði sjálvandi merkt nógv fyri okkum at fingið steypið til ognar. So er tað er fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, at mansliðið hjá H71 hevur tryggjað sær eitt steyp í steypakappingini.

Hvat er so lykilin hjá tykkum fyri at ogna tykkum steypið ?

-Eg haldi at lykilin hjá okkum er at fáa verjuspælið og aðru bylgju hjá okkum at koyra, so at vit standa væl í verjuni og samstundis fáa tey løttu málini.

Hilmar Leon hevur verið ein lyklaleikari hjá hoyvíkingum í ár. Skjúttin við sera góðu springstyrkini kann eisini bróta ígjøgnum 1 ímóti 1 við sínari ferð og kraft. Hann hevur eisini eitt serligt evni at dekka sum offensivur á ágangandi 1`ari í verjuni. Hesini tingini vísti hoyvíkingurin eisini í U21 HM í Algeria í summar. Hann gleðir seg nú at spæla í nýumbygdu Høllini á Hálsi í morgin, men staðfestir at liðið ikki fyrireikar seg á ein serstakan hátt til stóra dystin:

- Fyrireikingarnar til dystin eru so at siga tær somu sum vanligt. Kanska man setur seg meira inn í onkrar ávísar smálutir, fyri at fáa alt 100% uppá pláss, men annars er tað nakað tað sama sum vanligt, hóast hetta er ein finala. Tað verður sjálvandi stuttligt at spæla í nýggju høllini og sleppa at royna nýggju umstøðurnar. Um tað fer at ávirka sjálvan dystin, tað fáa vit at síggja leygardagin. Tað er ein finala, og tá kann alt henda. 

H71 er seks stig frammanfyri Kyndil í landskappingini. Hoyvíkingar hava vunnið tvær ferðir á teimum í ár, men tíðliga í januar vann Kyndil við heili 12 málum á H71. Hilmar Leon metir ikki, at landskappingin og úrslit har, fara at hava nakra ávirkan í finaluni:

.Eg haldi ikki, at nakar dystur og hvat og hvussu í landskappingini kemur at spæla inn leygardagin. Ein finala er eina finala, og bæði liðini fara inn fyri at fáa gullheiðursmerki um hálsin.

Til seinast spurdu vit Hilmar Leon Jakobsen, hvat fyri slag av finalu vit fara at síggja í morgin:

- Tit kunnu vænta tykkum eina spennandi finalu, við skjótum spæli og harðari verju frá báðum pørtum

Mansfinalan byrjar kl.16.00. Vit á portal.fo verða á staðnum seinnapartin til bæði finaluna hjá kvinnum og monnum.