Himmal og helviti: Trúgvin nógv sterkari enn í restini av Evropa

Sverri Egholm

22.02.2018 - 20:30

Tíðindi > Trúarlív

36 prosent sigur seg trúgva á ein himmal og eitt helviti, staðfesti kanning í øðrum parti av Gud signi Føroyar, sum varð send í sjónvarpinum í kvøld.

Fyri at kunna samanbera við onnur lond er hesin spurningurin umsettur orð fyri orð eftir eini altjóða kanning hjá stóru ensku hagtalsfyritøkuni, Ipsos Mori. 23 lond úr øllum heimspørtum luttóku. Tá Føroyar fer inn í kanningina, sæst, at Føroyar eru millum tey londini í heiminum, har trúgvin á ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið er sterkast.

Síggj meira á kvf.fo her