Hitapottarnir eisini í Kirkjubø

Marin Eidesgaard

03.07.2015 - 22:34

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Hitapottarnir eru vorðnir ógvuliga væl umtóktir í Føroyum seinastu árini, og fólk plaga serliga at vitja teir á festivalum. Við Múrin hevur eisini tveir hitapottar, sum standa á keiini niðri við kirkjuna í Kirkjubø.

Teir hava verið væl vitjaðir bæði í gjár og í dag, og teir hava havt opið frá kl. 18.00-22.00.

Leygardagurin er størsti dagurin við Múrin, og tá byrja konsertirnar kl. 14.00 og ikki kl. 19.00, sum hósdag og fríggjadag. Hitapottarnir lata somuleiðis eisini fyrr upp í morgin, teir eru opnir frá kl. 10.00-22.00.