Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hjalmar Klein Olsen skal venja vestmenningar

Sverri Egholm

15.03.2018 - 23:32

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Hjalmar Klein Olsen skal venja menninar hjá VÍF komandi kappingarár. Tað skrivar VÍF á heimasíðuni.

Hjalmar hevur verið venjari í ár saman við Inga Olsen, men nú Ingi Olsen hevur valt burturav at taka sær av at venja kvinnurnar, skal Hjalmar standa við ábyrgdini at venja menninar.

Í 2016 var Hjalmar saman við Inga Olsen venjari hjá U18-landsliðnum og í 2017 var Hjalmar saman við Mark Marcher settur sum venjari hjá U20-landsliðnum, sum skal til EM-kapping í Makedonia í juli 2018.