Hjálparfelagsskapir missa stuðul - Fleiri milliónir svølta



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Høgni Midjord

14.01.2018 - 13:11

Tíðindi >

Hóast tørvurin helst er størri enn áður, so merkja hjálparfelagsskapir minkandi hug at hjálpa til við hungursneyðini, ið herjar í Norður Korea.

Granskarin Håvard Mokleiv Nygård greiðir frá, at tað eru kjarnorku-bumbuhóttanir og onnur úttalilsir frá leiðaranum, Kim-Jong-Un, ið fær fólk til at halda seg aftur við at stuðla einaræðisstýrda landinum.

Veturin nærkast, og avgrøðin var óvanliga ring farna árið, og hetta fær nú avleiðingar fyri fólki, ið býr í landinum, ið nú kemur at líða hungursneyð.

Håvard greiðir frá, at stórur partur av fólkinum er bundin av matveitingini frá hjálparfelagsskapunum, men granskarin metir ikki, at stuðulin fer at økjast, nú veturin kemur.

Tað er sera høg kapping ímillum londini, ið eru tengd av matvøruveiting frá hjálparfelagsskapunum, og fleiri og fleiri velja nú at stuðla øðrum londum, heldur enn at stuðla Norður Korea, orsakað av at landið heldur fokuserar uppá at framleiða kjarnorkuvápn, heldur enn at syrgja fyri at øll í landinum fáa m.a mat, og sjúkuviðgerðir.

Sambært granskaranum, eru tað 18 teimum 25 milliónunum av íbúgvunum í landinum, ið liva í hungursneyð. 13 milliónir fólk eru sera tengd av at fáa matvøruveiting frá teimum hjálparfelagsskapum, ið higartil hava veitt stuðul til hungursrakta landið.